Grafiske forbindelser i Kastrupgårdsamlingen 17 juni kl. 19
View this email in your browser

Mentannarnátt í Steinprenti

Vit hava opið. Framsýningin hjá Ian McKeever heldur fram


Býðarbókasavnið hevur nýggja framsýning við steinprentum
Havnaprent
List á Býarbókasavninum

Býarbókasavnið sýnir á Mentanarnáttini fram grafisk prent, sum øll á onkran hátt hava samband við Havnina, fleiri hava tilvísingar til bókmentir. Prentini eru framleidd í Havn á Skálatrøð í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum undir leiðslu av Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku er vorðin ein ómissandi, livandi mentanarstovnur í Tórshavn, har hópin av listafólkum hava høvi til at arbeiða við grafikki á høgum støði og har áhugaverdar framsýningar javnan verða skipaðar við bæði føroyskum og útlendskum listafólkum. Steinprent gevur eisini bøkur út og samstarvar við m.a. bókmentatíðarritið Vencil um upprunagrafisku permuna í ritunum.

Kinna Poulsen

Samskifti og viðurskiftini millum einstakling og samfelag er ofta í fokus hjá kenda danska listamanninum og professaranum Bjørn Nørgaard, sum í einari stuttligari bláari, appilsingulari og violettari mynd hugleiðir um eina lívliga samrøðu í Brøttubrekku. Vit síggja inn á vangan á tveimum stórprátandi persónum, tann eini hevur eina talubløðru út úr munninum, sum ímyndar skapið av brekkuni, har teir eru staddir. Eitt sindur longri uppi á Varða hevur Zacharias Heinesen sína verkstovu og sítt heim haðani útsýnið yvir Havnina er stórsligið. Vit hóma kendar bygningar, Havnar Kirkju osfr., men hetta er ikki veruleikakend verk sum so, men meira dekorativt impressionistiskar litkompositiónir í skærum gulum og bláum litfarrum. Bárður Jákupsson hevur skrivað fleiri listabøkur, men hansara myndir hava eisini prýtt nógvar bókapermur eitt nú hjá Steinbirni B.Jacobsen. Hann tekur støði í náttúrunar vøkru, bylgjandi skapum soleiðis sum tey til dømis kunnu síggja út í fjøruni ella niðri í gomlu Hoyvíkini. Rannvá Kunoy er fødd og uppvaksin í Havn og hevur seinastu mongu árini búð og arbeitt í London. Hennara verk hava verið nonfigurativ í mong ár, men hennara inntonkta myndarøð frá 2003 gevur ábendingina av einum hugans landslagi sum ikki tykist ólíkt útsýninum móti Nólsoynni og suður í hav. Myndarøðin hevur eitt ovurhonds róligt og flótandi yvirbrá, sum millum annað kemur av, at ongar loddrættar linjur eru brúktar, bert dandandi, horisontalar linjur við eini ørgrynnu av dreymakendum litum. Í myndunum hjá Jonas Hvid Søndergaard og Mariusi Olsen verða hús og hugnaligir býarpartar sameindir myndaliga við grafiskari snild og koloristiskum yvirskoti. Báðir listamenninir eru á somu leið, sum vit eisini síggja í hugfarsligu, ekspressivu lýsingunum hjá Torbirni Olsen av Bringsnagøtu og av Vesturkirkjuni osfr. Og sjálvt um hús og bilar fylla alsamt meira í Havnini, hava vit enn haga ymsastaðni og tí sæst seyður eisini miðskeiðis í býnum. Sólarmyrkingarmyndin hjá Fríðu Matras Brekku er so mikið myrk, at adressan er ikki greið, men myrkrið er vakurt og bilsni seyðurin undir teirri svørtu sólini er um somu tíð stuttligur og elskuligur. Tá danski listamaðurin Zven Balslev arbeiðir í Steinprenti, býr hann ofta í Williamshúsi uppi í Varðagøtu og tað er har, íblásturin til báðar hansara Havnmyndir er komin. Tann eina myndin er ein svørt og hvít lýsing av einum urtapotti, sum hann sá í vindeygakarminum í Williamshúsi. Her er spíska skapið av einum knívi teknað á pottin og hin myndin snýr seg um tað sama, her sæst skrivað m.a. “Roter Satan” á myndaflatanum, ið sipar til søguna hjá Williami Heinesen um knívin Roter Satan, sum tekur unga drongin, Marselius av ræði og sum m.a. fær ræðslusligna og ovurspenta drongin til at seta seg upp móti pápa sínum. Meðan tann fyrra myndin er rættuliga naturalistisk, er tann seinna í litum meira teknirøðskend við teksti og talibløðrum. Tekstur er eisini í fleiri av teimum originalu um somu tíð surrealistisku og samfelagsatfinnandi myndunum hjá Tóroddi Poulsen, hvørs listaliga verk ofta ber evnisliga við hansara heimstað, t.d. í myndini Móðir Havn frá 2010, sum inniheldur eina stuttliga, bókmentaligari (ill)bøn til Havnina.

Móðir Havn
Tú sum ert í Føroyum
Heilagur veri Hann, tú ert uppkallað eftir
Komi ikki mjørki tín, hvørki á Himli ella úti á Glyvursnesi
Gev okkum í dag okkara dagliga fótbólt
Og fyrigev okkum allar bilarnar
so sum vit eisini fyrigeva øllum teimum
sum ikki tíma at ganga
Leið okkum ikki sum smábørn,
men frels okkum frá tí illa gjørda
Tí at Tín er skommin,
tá Krotusmiðirnir hava skitið
í allar blæur.
Amen?

 
Copyright © 2015 Steinprent, All rights reserved.


unsubscribe from this list    update subscription preferences 

Email Marketing Powered by Mailchimp